P/F ArtiCon
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Mekanikaratoymi okkara á verkstaðnum hevur pláss fyri einum mekanikara, faklærdum ella við drúgvum royndum á økinum.

Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupulleikar á maskinum o.ø.

Tú fært stóra ávirkan á arbeiðsdagin hjá tær. Vanlig arbeiðstíð er mánadag til fríggjadag frá 8:00 til 16:10, men vit hava ofta nógvar uppgávur, so tann dugnaligi og ágrýtni mekanikarin kann fáa nógva yvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • nútímans útgerð,
  • skipað arbeiðsviðurskifti,
  • persónliga og fakliga førleikamenning,
  • eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað,
  • ein felagsskap í einum vælvirkandi toymi, har gerandisdagurin gevur meining og menning, bæði persónliga, sosialt og fakliga.

Vit vænta, at tú

  • ert íðin,
  • ert røkin og álítandi,
  • kanst taka egnar avgerðir,
  • hevur eitt ljóst og smittandi lyndi,
  • brennir fyri omanfyrinevndu uppgávum.

Vilt tú vita meira um starvið?
Set teg í samband við Bárð Árnason, leiðara, á telefon 216102.

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í verkstaðstoyminum eru um 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild, ið framleiðir og uppsetir stálkonstruktiónir og ger umvælingar – alt frá smáuppgávum til størri kai-anlegg. Vit taka okkum eisini av at gera og umvæla ymsar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivnað. Sí meira á fylgjandi leinkju https://www.articon.fo/fo/vit-bjoda/verkstadid

Verkstaðið er eitt góðkent Volvo verkstað.

Søk starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið