Sev
Útgivið
1. juni 2026
Útgongur
15. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Trívist tú við fjølbroyttum arbeiðsdøgum og spennandi uppgávum, og vilt tú vera við til at tryggja føroyska elnetið? Vit sóknast eftir montøri til rakstrardeildina.

Starvið
Talan er um eitt spennandi starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum innan nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum.
Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí er alt landið arbeiðsstaður tín. Á rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið. Arbeitt verður í toymum, og talan kann verða um skiftandi arbeiðstíðir. Roknast kann við nakað av ferðing. Setanarstaðið er Havnarverkið í Gundadali í Tórshavn.


Tað er ein fyrimunur, at tú hevur handverksliga útbúgving sum elektrikari, smiður, bilsmiður ella líknandi.

Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú aftrar teg ikki við at fara undir nýggjar avbjóðingar, og tú trívist við at arbeiða úti í frískari luft. Vit vænta somuleiðis, at tú ert liðleikari, dugir væl at samskifta og samstarva. Fyrimunur er, um tú er kropsliga væl fyri og ikki ræðist hæddir. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Neyðugt er at tú dugir at samskifta á føroyskum máli.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, so vítt tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Tú hevur tilvísing til økisleiðaran fyri rakstrardeildina í meginøkinum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru antin sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag ella sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Jógvan Kristoffersen, økisleiðara, á telefon 219010. Umsóknarfreistin er 15. juni 2026.

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Montørur

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið