Hilton Garden Inn
Útgivið
1. juni 2026
Útgongur
15. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Gongur tú høgt upp í góða tænastu, framúr kundarøkt og góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir. Okkum tørvar eitt tænastusinnað, jaligligt og ágrýtið móttøkufólk á Hilton Garden Inn Faroe Islands. Hotellið er partur av navnframu altjóða Hilton-ketuni, ið veitir sama høga tænastustig og dygd frá París til Hong Kong og frá New York til Tórshavn.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsklassa.

Vit vænta, at tú

  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
  • Góðar kt-førleikar
  • Brennir fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
  • Trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
  • Sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á besta møguligan hátt

Setan
Starvið er í skiftandi vaktum, og tú kemur at arbeiða dag- og kvøldvakt,
gerandisdagar og í vikuskiftinum. Náttarvaktir kunnu eisini koma fyri. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi 15. juni 2026 og samrøður verða hildnar leypandi.
Byrjanardagur er sum skjótast, ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Elsu í Hjøllum, móttøkuleiðara, á elsa@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 28 77 07.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðargestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi ognavnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kanndraga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotelliðhevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið