Hotel Føroyar
Útgivið
22. april 2026
Útgongur
16. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv

Lýsing

Summarið nærkast, og fleiri ferðafólk leita sær hendavegin. Tí er umráðandi fyri okkum at kunna veita eina dygdargóða og vinarliga tænastu til okkara gestir – og her hevur tú ein týðandi leiklut.

Hotel Føroyar leitar eftir einum morgunmatartænara at arbeiða skiftandi vaktir gerandisdagar og vikuskiftir.

Arbeiðsuppgávur:

  • at taka ímóti gestum
  • at passa morgunmatarsjálvtøkuborðið
  • at tæna morgunmatargestum
  • at rudda upp í matstovuni

Vit vænta, at tú:

  • kanst arbeiða skiftandi vaktir gerandisdagar og vikuskiftir
  • ert arbeiðssom/arbeiðssamur
  • ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi

Tað er ynskiligt, at tú kanst byrja í starvinum 1. juni. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

So send eina umsókn til rosamaria@hotelforoyar.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið