P/F Hotel Hafnia
Útgivið
9. maj 2024
Útgongur
31. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum morguntænara til okkara livandi hotell. Talan er um eitt fulltíðarstarv, við byrjan í juni 2024 ella eftir nærri avtalu.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú hevur ábyrgd av at bjóða gestunum Føroya besta morgunmatarborð
  • Tær at gerast partur av okkara góða toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman
  • Eitt starv við arbeiðstíð frá kl. 6.00 til uml. 14:00 mánadag – fríggjadag

Uppgávur
Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara
  • Halda alt gestaøkið ruddiligt og hugnaligt

Tað er ein fyrimunir um tú hevur viðkomandi starvsroyndir, eitt nú sum tænari ella frá starvi á kantinu ella líknandi, men tað er tó ikki ein treyt. Tað er eitt krav at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum.

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn
Send okkum tína umsókn umvegis heimasíðu okkara, við at trýsta á hesa leinkjuna. Vit lesa umsóknirnar leypandi. Umsóknarfreistin er 31. mai 2024.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Peter Hentze á tlf. 233146 ella teldupost ph@hafnia.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið