LANDSVERK
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
15. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú køn/ur í lóg og málsviðgerð, og dugir tú væl at samskifta við nógv ymisk fólk? Vilt tú vera við til at skapa góðar loysnir til borgarar, tað almenna og áhugafeløg innan undirstøðukervi? So gleða vit okkum til at fáa umsókn tína.

Tín høvuðsuppgávana er at umsita landsvegalógina, havnalóggávu, siglingarleiðir v.m. At vegleiða eitt nú almennar myndugleikar, borgarar og áhugafeløg um t.d. ferðslutrygd, bygging og grevstur fram við landsvegunum umframt virksemi á og eftir firðunum. Tú skalt meta um umsóknir og klagur, taka og skriva avgerðir.

Tú verður knýtt/ur at einum ráðgeva úr toyminum, sum fer at veita tær eina gjølla innleiðslu í arbeiðið. Tað er ikki eitt krav, at tú ert serfrøðingur í lógartilfarinum – tað kunnu vit væl læra teg! Tó er týðandi, at tú hevur áræði, greiningarevnir og fert til verka á ein miðvísan og skipaðan hátt í tínum arbeiði.

Miðar eftir loysnum og dugnalig/ur í samskifti við nógvum tvørfakligum sambandi
Tú fert at samstarva við starvsfelagar á Landsverki, ið hava ein annan yrkiskunnleika enn tú. Tínir uttanhýsis samstarvsfelagar eru m.a. kommunur, landsstovnar, ferðslugrannskoðarar, løgreglan, Ráðið fyri ferðslutrygd, áhugafeløg og borgarar. Tískil er tað týdningarmikið, at tær dámar væl at hava samband við nógv ymisk fólk, og tað er avgerandi, at tú dugir væl at samskifta við ymiskar málbólkar. Tí er tað ein treyt, at tú dugir væl føroyskt, bæði í skrift og talu.

Tað týdningarmesta er, at tú hevur góð samráðingarevnir og dugir væl at síggja áhugamálini og tørvin hjá øðrum og finna gagnligar loysnir á torgreiddum vandamálum. Tú ert forvirkin og ert ofta tann fyrsta/i at seta teg í samband við einhvønn.

Skipað/ur og lætt við at tillaga teg
Tú hevur yvirlit og dugir væl at leggja tín arbeiðsdag til rættis. Tú tekur ábyrgd av at loysa egnar uppgávur, men biður eisini um hjálp frá øðrum, um tú hevur ivamál. Viðhvørt fært tú uppgávur, ið hava skund, og tað megnar tú væl. Tú verður ein partur av einari lítlari deild, har øll hjálpast at, og tú ert til reiðar at veita eina hjálpandi hond, eisini um uppgávan er uttanfyri títt arbeiðsøki.

Møguleiki fyri ávirkan á egin ábyrgdarøkir
Vit bjóða eitt arbeiði, har tað ber til at fáa ávirkan á egnar uppgávur. Vit laga tíni ábyrgdarøkir eftir tínum yrkiskunnleika og royndum, so lat okkum endiliga frætta, um tú t.d. ert von/vanur við at menna nýggjar mannagongdir og seta tær í verk, ella um tú ert eldhugað/ur fyri at framtíðartryggja undirstøðukervið. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at tú fært høvi til at menna tínar førleikar.

Nýútbúgvin ella roynd/ur
Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving. Tað kundi t.d. verið í umsiting, fyrisiting, verkfrøði, løgfrøði ella stjórnmálafrøði, men tín útbúgvningarleið er ikki avgerandi.

Tú kanst hava drúgvar royndir ella vera nýútbúgvin við góðari, fakligari barlast.

Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri Infrakervi, har vit í løtuni eru tíggju starvsfólk. Vit eru ein blanding av nógvum, ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. samferðsluætlan, ferðsluskrásetingar og -trygd, tilbúgving, veðurmátingar, ætlanir um nýgerð og viðlíkahald og útboð av vega- og tunnilsgerð.

Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álítandi arbeiðsumhvørvi.

Løn og setan
Starvsheiti er fulltrúi og tænastustaðurin er í løtuni á skrivstovuni í Havn.

Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um fast starv fulla tíð, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð um tað ynskist. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarandi fakfelag. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. september 2022.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, virkandi deildarleiðara á tlf. 290 873 ella t post daho@lv.fo.

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

Játtanin hjá Landsverk til íløgur í 2022 er 640 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 142 starvsfólk.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið