Hvalbiar Kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Starvið er 30 – 35 tímar um vikuna til barn, ið gongur í vøggustovu. Sum stuðul kemur tú at hava tætt samstarv við starvsfólkini á stovuni og foreldrini. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.