Sunda Kommuna
Útgivið
28. oktober 2026
Útgongur
17. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
T-post
jogvanp@sunda.fo
Heimasíða

Lýsing

Vit halda, at eitt av týdningarmestu størvunum í heiminum er at vera við til at tryggja børnum eina góða byrjan upp á lívið.

Tú kanst vera tann, sum ger munin.
Vit hava tørv á námsfrøðingi til vøggustovu, barnagarðsstovu og seks ára stovu og frítíðarskúlanum á Flatinum. Talan er um størv á 25-35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Við byrjan mánadagin 5. Januar.

Hevur tú hug til eitt starv, har tú fært møguleika at ávirka trivnaðin, menningina og gerandisdagin hjá børnum frá eitt til tíggju ár, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

Um Dagstovnin á Flatinum
Dagstovnurin á Flatinum hevur:

  • Tvær vøggustovur
  • Tvær barnagarðsstovur
  • Eina stovu til seks ára gomul børn
  • Frítíðarskúlatilboð til næmingar í 1., 2. og 3. flokki

Kom og ger mun
Á Dagstovninum á Flatinum arbeiða vit við støði í okkara námsætlan og viðurkennandi námsfrøði.

Vit leggja stóran dent á góðar relatiónir og skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har børnini uppliva, at tað er stuttligt, mennandi, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í vøggustovu, barnagarði, seks ára bólki og frítíðarskúla.

Felagsskapur, náttúra, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk virksemi hava ein týðandi leiklut í gerandisdegnum, og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda hann.

Vit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp við umleið 28 starvsfólkum. Hópurin umfatar kvinnur og menn, yngri og eldri, við ymiskum útbúgvingum, royndum og førleikum.

Dagstovnurin hevur góðar og rúmligar umstøður, bæði inni og úti.

Lønar- og setanarviðurskifti
Løn og setan eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4 í barnaváttanarlógini skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari kann setast í starv.

Um eingin námsfrøðingur søkir kunnu hjálparfólk vera sett fyribils.

Meira kunning
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til:

Jógvan Philbrow, leiðara 297247
Birita Tausen, varaleiðara 251116

Eisini ber til at vitja okkara heimasíðu: https://flatinum.fo/

Umsókn
Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi:

Mikudagin 18. november 2026, kl. 12.00

Umsóknin skal sendast til:

jogvanp@sunda.fo

Líknandi størv

Okkum tørvar starvsfólk   Faroe Islands nýtt
28. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið