TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
1. februar 2023
Útgongur
13. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit á Dagstovninum Lítlaskógi søkja eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki at arbeiða í vøggu og barnagarðstovu. Starvsbyrjanin er frá 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.

Starvsøki
Lítliskógur er ein stovnur við um 100 børnum mitt í Havn. Vit hava 2 vøggustovur við 12 børnum í hvørjari. Vit hava 3 barnagarðsstovur við 18 børnum og so eina stovu til tey 6 ára gomlu.

Í Lítlaskógi starvast uml. 25 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk. Helvtin er námsfrøðingar og hin helvtin dugnalig hjálparfólk. Vit eru staðsett í eysturbýnum, tætt við skóg, fjøru og allar hentleikar.

Hyggið inn á Instagram hjá okkum: @dagstovnurinlitliskogur

Lítlaskóg er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði, har børn og vaksin trívast og mennast í einum trykkum umhvørvi.

Sum námsfrøðingur í Lítlaskógi ert tú saman við tínum starvsfelagum við til at syrgja fyri at námsfrøðiligu karmanir eru góðir, og at okkara børn fáa ein innihaldsríkan gerandisdag,har spæl, nærvera, útilív og góður trivnaður er ein týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Tú sleppur at taka ímóti børnum um morgunin, leggja túrar og ítriv til rættis og fyrireika og eftirmeta tað námsfrøðliga arbeiði.

Arbeiði samskipar tú saman við námsfrøðingi, hjálparfólkum og leiðarinum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða, tillaga og seta tín dám á okkara virksemi.

Okkara styrki er, at tú verur partur av einum sterkum starvfólka toymi, har fleiri okkara hava arbeitt saman í nógv ár, vit eru góð við hvønn annan, hjálpsom og hava tað stuttligt saman.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið