Tórshavnar kommuna
Útgivið
9. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ein dagstovnur í vøkstri – Tú kanst hava ávirkan

Vit á Dagstovninum á Hamrinum søkja eftir námsfrøðingum til okkara barnagarð og vøggustovu, at byrja 1. juni og 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at arbeiða millum 30-40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Dagstovnur okkara er ein náttúruperla, ið liggur uppi á Hamrinum. Vit fara í næstum at víðka um okkara fantastiska stovn og fara at hava tørv á tær og fleiri í okkara toymi til at skipa nýggja virksemið og skapa ein spennandi gerandisdag fyri okkara børn. Tú kanst hava ávirkan á okkara nýggja virksemi.

Vit leggja dent á dygdargóða námsfrøði og virðismeta nýhugsan, samstundis sum vit arbeiða fyri at varðveita mentan og siðir. Vit leggja dent á stjørnuløtur, bæði tær stóru og tær smáu.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið