Lýsing
Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna og verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í longum dagvaktum og døgnvaktum, og arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Vit søkja ein fakliga dugnaligan, ábyrgdarfullan og virkisfýsnan starvsfelaga. Vit søkja eftir námsfrøðingi til eitt fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir, kann hjálparfólk setast í fyribils starv í eitt ár.
Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri at arbeiða við vaksnum fólkum við menningartarni og autismu, og sum ynskir at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka búfólkinum.