Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
1. juni 2026
Útgongur
13. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir tveimum námslektarum í sjúkrarøktarfrøði.

Annað starvið er eitt fast starv við byrjan 17. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Hitt starvið er eitt tíðaravmarkað starv frá 17. august 2026 til 31. juli 2027 við møguleika fyri leingjan.

Starvið

Vit bjóða eitt fakliga spennandi arbeiðsumhvørvi við møguleika fyri at vera við til at menna sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í Føroyum í tøttum samstarvi við kliniska økið.

Starvið sum námslektari fevnir um:

  • Undirvísing í sjúkrarøktarfrøði
  • Vegleiðing og próvtøkur í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir
  • Ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi í kliniskari starvsvenjing
  • At skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðarar, undirvísarar, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar, m.a. á kliniska økinum.

Førleikar

Umsøkjarar skulu vera sjúkrarøktarfrøðingar við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS).

Vit vænta harumframt, at tú:

  • Dugir at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli
  • Hevur kunnleika um útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS (fyrimunur)
  • Hevur royndir við undirvísing
  • Hevur granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglur
  • Hevur góð samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv.

Námslektarin skal hava góðan fakligan, vísindaligan og námsfrøðiligan førleika. Kliniskar royndir og innlit í kliniska økið eru ein fyrimunur.

Námslektarar hava vanliga ikki granskingarskyldu, men kunnu fáa tillutað granskingartíð frá dekaninum. Granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglur eru tó av týdningi.

Setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Les reglugerðina her:

Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Við umsóknini skulu sendast:

  • Lívsrensl
  • Avrit av próvskjølum
  • Yvirlit yvir útbúgvingargongd
  • Yvirlit yvir starvsroyndir
  • Upplýsingar um undirvísingarroyndir
  • Upplýsingar um granskingarroyndir

Umsóknarfreistin er 15. juni 2026.

Søk starvið her:

https://setur.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/138

Meira kunning

May-Britt Skoradal, varadekani
Tlf. 292253
maybritts@setur.fo

Magna Mohr, dekani
Tlf. 292270
magnim@setur.fo

Um deildina

Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking.

Deildin skipar eisini fyri skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi.

Bachelorútbúgvingin fevnir um bæði ástøðiliga undirvísing á deildini og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan heilsu-, almanna- og kommunugeirarnar.

Um Fróðskaparsetur Føroya

Fróðskaparsetur Føroya er føroyska universitetið og virkar sum vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil.

Setrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og arbeiðir fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

Les meira um Setrið her:
https://www.setur.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið