Glasir
Útgivið
30. april 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Próvtøkutíðarskeiðið nærkast, og øll lesandi skulu til ársroyndir, endurpróvtøkur og endaligar próvtøkur í næstum.

Vit mangla próvtøkuvaktir, og geva tær møguleikan at gerast partur av einum føstum próvtøkutoymi og fáa próvtøkuvaktir á Glasi.

Hvat snýr starvið seg um?
Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað at hjálpa til við at byrja próvtøkur, hava eftirlit við próvtøkum og hjálpa at enda próvtøkurnar, tá ið tíðin er farin.

Hvat vænta vit av tær?
Tú skalt vilja vera partur av einum positivum og áhugaðum toymi, sum er tænastusinnað og tolið í tilgongdini til tey lesandi, samstundis sum mannagongdir og reglur vera tiknar í álvara.

Tað praktiska

  • Vaktirnar eru oftast í tíðarskeiðinum kl. 08:00-15:00.
  • Starvið er lønt sambært Havnar Arbeiðskvinnufelag stig 5, og lønin er í løtuni 141,63 kr. um tíman.
  • Tú skalt kunna arbeiða í tíðarskeiðnum frá 21. mai til 26. juni 2024.

GG: Vit veita ikki vissu fyri vaktum, tí talið av vaktum, ið vit kunnu bjóða tær, er treytað at, hvussu tíni vaktarynski eru í mun til tørvin hjá skúlanum. Tað eru heldur ikki altíð vaktir hvønn dag í vaktartíðarskeiðinum.

Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at venda tær til Høgna av Skarði, fyrisitingarleiðari, umvegis telefon 616600.

Ert tú ábyrgdarfull/-ur, tolin og møtir til tíðina? Kanst tú arbeiða í mai og juni?

Søk starvið sum próvtøkuvakt við at skriva til starv@glasir.fo í seinasti lagi mánadagin 13. mai 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið