Almannaverkið
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
14. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við víðkan av virksemi, verður søkt eftir fólki at ráðgeva foreldrum at barni við autismu og/ella ADHD/ADD.

Um starvið
Talan er um tvey størv 40 tímar og eitt starv 24 tímar um vikuna at seta skjótast til ber. Møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð. Starvsstaðurin er í Havn, og arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur
Heimaráðgeving er deild, ið veitir námsfrøðiliga ráðgeving til foreldur/avvarðandi, ið hava dagliga umsorgan fyri barni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku. Tað arbeiða í løtuni níggju fólk á deildini.

Endamálið við ráðgevingini er, at familjan fær ta hjálp og stuðul, tey hava tørv á, soleiðis at tey fáa ein so vælvirkandi gerandisdag sum til ber.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna millum annað um at

  • ráðgeva foreldrum/avvarðandi í teirra heimi
  • skipa fyri undirvísing um brekið ella sjúkuna
  • gera amboð, ið m.a. stuðla undir ein væl skipaðan gerandisdag
  • luttaka á netverksfundum

Ráðgevingin tekur støði í, at tað eru foreldrini, ið kenna barnið best. Uppgávan hjá ráðgevanum er, saman við foreldrunum, at finna hóskandi loysnir.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið