LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
23. december 2022
Útgongur
15. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir radiograf til Røntgendeildina til setan tann 01.02.2023 til og við 31.01.2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á fulla tíð, við útitænastu á Røntgendeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1.100 starvsfólk, harav umleið 25 starvast á røntgendeildini.

Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 3 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga og árræði til at bjóða teg fram til eitt spennandi starv, har tú ert staðsett/ur á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, sum í tøttum samstarvi við Røntgendeildina á Suðuroyar Sjúkrahús, mannar røntgendeildina har. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og ynski at geva títt íkast, bæði fakliga og sosialt, fyri einum góðum samstarvi og trivnaði á báðum deildunum.

Røntgendeildin ger hesar kanningar

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/Screening

Førleikar

  • Útbúgvin radiografur
  • Góð samstarvsevni og jaligt lyndi
  • Fakligan áhuga fyri røntgenarbeiði
  • Góðan telduførleika
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað har tú arbeiðir
  • Miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymisum avbjóðingum
  • Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg á tlf. 304599 - lokal 5507.

Umsóknarfreistin er tann 15.01.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið