LANDSVERK
Útgivið
29. januar 2023
Útgongur
15. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk flytur í nýggj høli Yviri við Strond í Havn. Í tí sambandi verður søkt eftir einum tænastuhugaðum fólki til reingerð, hugna og lættari hjálp í matstovuni.

Landsverk hevur tørv á einum starvsfólki, sum í gerandisdegnum hevur ábyrgd av at halda matstovuna, vesini, skrivstovu- og fundarhøli rein og ruddilig, syrgja fyri at blómurnar trívast og á middegi seta matin á borðið í matstovuni og at rudda av aftur.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum leggur dent á góða tænastu, hevur eyga og hegni fyri reingerð og at syrgja fyri einum hugnaligum og fjálgum umhvørvi á stovninum. Tú tekur ábyrgd, arbeiðir sjálvstøðugt, møtir til tíðina og setur tín dám á gerandisdagin.

Reingerðarfólkið hevur ein týðandi leiklut fyri trivnaðin á stovninum og tí leggja vit dent á góð samstarvsevni, eitt gott huglag og góðan hugburð. Tú samskiftir á føroyskum, enskum ella donskum, og tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá einum líknandi starvi áður.

Um okkum
Tú gerst ein týdningarmikil partur av einum arbeiðsplássi, har vit leggja dent á samstarv og at taka tøkini í felag. Vit veita eina góða og gjølla upplæring, sum letur teg væl í uppgávur og væntanir. Vit leggja dent á trivnað og trygd, og fyri okkum hevur tað týdning, at arbeiðsdagurin er ein góð uppliving.

Um starvið

Arbeiðsuppgávan kann býtast millum tveir umsøkjarar. Tí vilja vit fegin biðja teg um at tilskila, um tú hevur áhuga í fulltíðarstarvi, niðursettari tíð ella báðum.

Starvið er fastlønt fulltíðarstarv. Løn- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Tín arbeiðsstaður verður skrivstovan í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn, lívsrensl (cv) og avrit av møguligum viðmælum skulu sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-ráðgeva, á tlf. 290 816 ella við telduposti á asos@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið