ROÐIN ØKISTÆNASTAN
Útgivið
22. december 2022
Útgongur
4. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:
Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta 1. februar 2023 ella eftir avtalu og verður tað lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 04.01.2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið