Tjóðsavnið
Útgivið
28. februar 2024
Útgongur
14. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum nýggjum starvsfelaga til fyrisitingina á Tjóðsavninum, ið fyrst og fremst kemur at arbeiða við roknskaparligum uppgávum, men eisini at avgreiða aðrar uppgávur í fyrisitingini. Talan er um fulltíðarstarv og til setan
skjótast gjørligt.

Á Tjóðsavninum er nógv spennandi og fjølbroytt virksemi, har tað verður granskað og miðlað um tíð, samleika, siðir og náttúru. Við upplýsing og upplivingum skapa vit vitan fyri leik og lærd.

Fyrisitingin á Tjóðsavninum er lutfalsliga lítil í mun til stóra og fjølbroytta virksemið, og tí er roknskapar- og skrivstovustarvið eisini eitt fjølbroytt starv, har tað er av týdningi at vit hjálpast at, so alt gongur upp í eina hægri eind.
Tann, ið sett/ur verður, samskiftir nógv við starvs- og viðskiftafólk stovnsins, og tí er umráðandi, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur lætt at samskifta bæði munnliga og skrivliga.

Tjóðsavnið er ein almennur stovnur og brúkar Búskaparskipan Landsins.

Høvuðsuppgávurnar hjá roknskapar- og skrivstovufólkinum verða:

  • Bókhaldsuppgávur so sum kassi, banki o.a.
  • Lønir
  • Umsiting av Totalview
  • MVG-avrokning
  • Avloysa restina av deildini, herundir kreditor, debitor og journalisering

Vit vænta, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella samsvarandi royndir
  • Góðan telduførleika og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • Ert røkin og skipað/ur
  • Ert forvirkin
  • Hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, men eisini duga at biðja um hjálp, tá tað krevst

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, lønarflokkur 3 ella 4.

Vit kunnu bjóða
Eitt fakliga spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við fjølbroyttum avbjóðingum og samstarvi við onnur søvn, stovnar og myndugleikar.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Sannu Hansen, fíggjar- og fyrisitingarleiðara á Tjóðsavninum, tlf. 282629 ella sanna@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu latast inn gjøgnum skipanina Alfred, sí leinkið:
Roknskapar- og skrivstovufólk til Tjóðsavnið | Tjóðsavnið (alfred.fo)

Umsóknarfreistin er hósdagin 14. mars 2024.

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við onnur søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum. Les meira á
https://www.tjodsavnid.fo/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið