Lýsing
Vit søkja sjúkrarøktarfrøðing ella heilsurøktara til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu.
Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Starvið er á niðaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk.
Umframt vanligu røktarnormeringina er demenssamskipari ein dag um vikuna, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.
Starvið
- Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna at byrja ½ august 2026.
- Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir og annað hvørt vikuskifti
Vit vænta at tú
- hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur vitan og royndir innan demensumsorgan, gjarna demenssamskipari
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- tryggjar sjúkrarøktarfakliga skjalfesting
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.07.2026 kl. 12.
Meira kann lesast um Nánd her