Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. november 2023
Útgongur
26. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv í Norðoyggjum.

Talan er um starv á brøki 0,8 til setan frá 01.01.24 ella skjótast tilber.

Hevur tú hug at verða við til at mynda okkara økispsykiatri?

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er samansettur av heimavitjanum hjá borgarum, viðtalum á skrivstovuni í nærumhvørvinum og telefoniskum uppfylgjanum og kontaktum annars. Sjúkratøktarfrøðingurin hevur stóra ávirkan á egnan arbeiðsdag, við planlegging og skipan av degnum.

Í Norðoyðar økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, ið samstarva um økið. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriini og aðru hvørja viku møtast allar til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Sosialráðgevi er eisini partur av toyminum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulækna og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.

At virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement (QI), so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

Hvør ert tú ?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur sum vil læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum. Tú hevur hug og evnir at arbeiða sjálvstøðugt, megnar at seta ætlanir í verk og fylgja teimum upp. Tú ert fyrikomandi, álitisvekjandi og fleksibul, tí at arbeiðsuppgávan fevnir breitt. Tú viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi við samstarvshuga og vilja.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at náa málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga, tað er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

Hvørji eru vit ?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557, birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26.11.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Les um okkara visión, missión og strategimál her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið