Vesturvón
Útgivið
9. maj 2024
Útgongur
23. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ein eldhugaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.

Á heiminum á Sýnini hava vit bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss.

Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Miðstova og Innistova eru ætlaðar til minnisveik. Deildirnar báðar hoyra saman, men tey búfólk, ið eru meira merkt av demens eru í Innistovu.

Søkt verður eftir:

  • Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á Miðstovu/Innistovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu.

Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan demensøkið

Vit vænta at tú: 

  • Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt við virðiligum samstarvi og samskifti
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í menning
  • Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir

Meiri kunning:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen deildarleiðari Miðstova/Innistova á tlf. 665720.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. juli 2024 og lønt sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Viðmerk “Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu/Innistovu”.

Umsóknarfreistin er 23. mai 2024

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið