TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
1. februar 2023
Útgongur
6. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi við sjúkrarøktrfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og kostfakfólki?

Vilt tú saman við okkum byggja upp slóðbrótandi, tvørfaklig og samanhangandi tilboð til heimabúgvandi borgarar?

Umlættingar og Rehabilieringsdepilin Urd sum er staðsettur í Hoyvík savnar flestu stutttíðarplássini í Tórshavnar Kommunu á einum stað. Tað eru 27 pláss á deplinum. Endamálið við Urd er, umframt umlætting og linnandi røkt, at veita borgarum í Tórshavnar Kommunu, sum eru 67 ár og eldri og sum hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stutttíðarskeiðið er av.

Vit bjóða góða innleiðslu, virknar og góðar starvsfelagar, eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og møguleika at seta tín dám á og verða partur av menningini av Urd.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið