Heilsuhjálparafelag Føroya
Útgivið
4. december 2023
Útgongur
22. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsuhjálparafelag Føroya søkir eftir skrivara til skrivstovu felagsins at byrja 1. januar 2024 ella skjótast gjørligt.

Vit bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú saman við forkvinnu og nevnd arbeiðir fyri limum felagsins.

Arbeiðsumhvørvið er gott, og arbeiðsdagurin er á tremur við fjølbroyttum uppgávum innan fyrisiting, journalisering, fíggjarstýring, sáttmálar og limaviðurskifti.

Tú fyrireikar og luttekur á fundum og tiltøkum, umsitur heimasíðu, limaskipan og limaportal. Tú førir hagtøl og kunnar. Tú luttekur í sáttmálasamráðingum og virkar sum skrivari hjá nevnd og forkvinnu.

Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving, royndir og hollan kunnleika til umsitingarligt arbeiði. Tú hevur somuleiðis góðan telduførleika.

Tú dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til arbeiðið innan økið hjá heilsuhjálparum, og kunnleika til føroysku samfelagsskipanina og lógarverkið

Økið er í støðugari menning, og tí mennist starvið við økinum, tí ræðist tú heldur ikki broytingar.

Løn og setan
Talan er um fulltíðarstarv við møguleika fyri lægri setanarbroti og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu sendast saman við umsókn, til Heilsuhjálparafelag Føroya: mary@hhff.fo í seinasta lagi 22. desember, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mary Antonsdóttir, forkvinnu á tlf 788725. Víst verður eisini til heimasíðuna www.hhff.fo

Heilsuhjálparafelag Føroya

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið