Lýsing
Til høvuðsskrivstovuna hjá okkum leita vit eftir einum starvsfólki, ið er serliga stinn/ur innan tollavgreiðslu og bókhald.
Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá okkara komandi starvsfelaga fevna m.a. um:
- tollviðgerð
- dagliga bóking
- mánaðar- og kvartalsuppgerðir
- árliga uppgerð
- samskifti við grannskoðarar o.a.
Harumframt verða tað eisini, í ávísum tíðarskeiðum, uppgávur, sum fevna um at gera frágreiðingar av roknskapartølum.
Um teg
Vit síggja gjarna, at tú hevur skrivstovuútbúgving og/ella drúgvar royndir innan skrivstovuyrki. Tað er ein greiður fyrimunur, um tú hevur royndir innan tollavgreiðslu og bókhald, tí hetta verða tíni høvuðsarbeiðsøki.
Vit vænta, at tú:
- hevur góðar royndir við Excel
- hevur royndir við Dynamics 365 Business Central og e-toll (fyrimunur)
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipa
- heldur tíðarfreistir
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
Um SMS
Á høvuðsskrivstovuni hjá SMS starvast 22 fólk. Harav eru 10 í bókhaldinum. Uppgávurnar á SMS skrivstovuni fevna um at taka sær av umsitingini hjá P/F SMS, eitt nú bókhaldi, tollavgreiðslu og løn. SMS Samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS, Angus Steakhouse og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, og uppgávurnar hjá bókhaldinum eru tí bæði spennandi og í tíðum avbjóðandi.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.
Fleiri upplýsingar um starv og/ella starvssetan kunnu fáast við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861.
Freistin at søkja er 21. juni 2026 á midnátt. Send okkum tína umsókn og møgulig avrit av prógvum her.
Starvsbyrjan verður eftir avtalu.