Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
7. maj 2024
Útgongur
23. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum skrivstovufulltrúi á Fróðskaparsetri F 'øroya er leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber.

Fróðskaparsetrið er í støðugari menning við nógvum spennandi útbúgvingartilboðum og granskingarøkjum. Starvið fevnir um arbeiðsuppgávur í sambandi við lestrarf 'yrisiting av útbúgvingartilboðunum á Setrinum, sum Lestrarskrivstovan tekur sær av.

Starvsøki:
Lestrarskrivstovan hevur eitt breitt arbeiðsøki, ið millum annað fevnir um:

  • at leggja til rættis og  avgreiða próvtøkur
  • taka móti umsóknum og skráseta nýggj lesandi
  • útskriva prógv og váttanir
  • samskipa prógvhandan og innleiðslu
  • málsviðgera lestrarmál
  • avgreiða samsýningar fyri undirvísing, vegleiðing og próvdøming
  • aðrar fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við lestur

Á Lestrarskrivstovuni arbeiða vit í felag við uppgávunum í toymum, og tú kemur at taka lut í toymisarbeiðinum, umframt at tú fært ábyrgd av ávísum uppgávum. Okkara arbeiðsuppgávur verða loystar í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk úti á deildunum. Eisini arbeiða vit miðvíst við at menna okkara arbeiðsgongdir og uppgávur, og hesum arbeiðinum kemur tú eisini at taka lut í.

Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving innan fyrisiting ella skrivstovu
  • Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum, skandinaviskum og enskum
  • Dugir bæði at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið her.

Freist
Umsóknarfreistin er 23. mai 2024

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá Dávadóttur, lestrarskrivstovuleiðara, tlf. 292520, teldupostur rannvad@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 180 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymisleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið