P/F SMS
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
5. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til slaktaran í Miklagarði leita vit eftir einum fryntligum starvsfólki, ið kann hjálpa til við ymiskum fyrifallandi á deildini, so sum at hjálpa í framleiðsluni og lættari reingerð.

Kundi tú hugsa tær eitt spennandi starv, har framleiðsla av hágóðsku kjøti og útskeringum eru í hásæti, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus handlarnar kring alt landi umframt fleiri matstovur.

Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.

Starvið er fulla tíð, og lønt verður eftir avtalu. Útbúgving innan øki er ikki ein treyt. At byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.

Tú søkir starvið á leinkjuni her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2299

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið