P/F ArtiCon
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Vit hava nógvar spennandi uppgávur til ein maskinsmið og verður tú partur av okkara stáldeild á verkstaðnum

Stáldeildin fast serliga við at framleiða og uppseta stál konstruktiónir til byggjivinnuna og konstruktiónir annars á entreprenørmaskinum eins og at byggja kai anlegg.

Tú fær stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Vanliga arbeiðstíðin er mán-frí 08-16:10, men vit hava vanliga nógvar uppgávur so tann dugnaligi og ágrytni kann fáa nógva yvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
  • Persónlig og fakliga førleikamenning
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:

  • er røkin og álítandi
  • ert arbeiðssom/-samur
  • ert sjálvstøðug/ur
  • Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
  • Smittar góða lagi har tú kemur

Meira at vita um starvið
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Bárður Árnason, leiðara, tel. 216102

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla

Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.

Søk starvið.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið