Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum skrivara til Eygnadeildina í farloyvistarvi (0,9 starv), at byrja skjótast gjørligt.
Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Á deildini starvast 3 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar.
Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga arbeiðinum.
Arbeiðsuppgávur
- Móttøka og skráseting av sjúklingum
- Samskifti við sjúklingar og onnur
- Avgreiðsla av teldupostum, bóking av tíðum og aðrar skrivstovuuppgávur
- Skriva journalir
- Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini
Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.
Førleikar
- Viðkomandi útbúgving, t.d. læknaskrivara, skrivstovufólk ella líknandi
- Arbeiðir skipað og hevur gott yvirlit
- Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
- Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
- Hevur góðan málsligan førleika
- Hevur góðan telduførleika
- Royndir innan økið eru ein fyrimunur
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Malan Holm, eygnalækna:
Umsókn
Umsóknarfreist: 21. juni 2026
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Les meira um Landssjúkrahúsið á:
Har kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni „Um stovnin“.