Kemilux
Útgivið
25. marts 2024
Útgongur
19. april 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Hug til at hava ein spennandi gerandisdag við fleiri bóltum í luftini ?
Dámar tær væl at práta við kundar, arbeiða sjálvsstøðugt og í toymi? So vilja vit fegin hoyra frá tær, tí vit leita eftir einum smílandi og fyrikomandi sølufólki, sum dugir at taka ábyrgd.

Um starvið:

Vit eru eitt gott toymi, og ynskja at tú gerst ein partur av okkum. Vit koma at taka væl ímóti tær og læra teg upp. Arbeiðið er sera fjølbroytt, og tú fært ein kundabólk, sum tú hevur ábyrgd av at røkja.

Tínar uppgávur eru :

  • Kundavitjan
  • Kundasamskifti
  • Avgreiða tilboð
  • Søla og tænasta

Vit vænta av tær:

  • Lærufús/ur og framburðssinnað/ur
  • Áhugað/ur í sølu og kundatænastu
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum saman við øðrum
  • Tú dugir at samskifta í skrift og talu
  • Tú hevur telduførleika

Arbeiðsstaðurin er á Hjalla 14, Hoyvík. Talan er um fulla tíð.

Vilt tú vita meira ?

Hevur tú spurningar til starvið, so kanst tú seta teg í samband við Thomas B. Thomsen, søluleiðara á tlf. +298 210010.

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum kann sendast til tbt@kemilux.com innan fríggjadagin 19. Apríl 2024. Finna vit ein skikkaðan umsøkjara áðrenn, so verður hann settur beinanvegin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Kemilux

Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.

Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965, og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni, líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku og nýtslu. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Á Kemilux starvast um 30 fólk, og felagið húsast í tveimum stórum bygningum í Havn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið