Útgivið
7. april 2022
Útgongur
11. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Souschefur til Hotel Brandan

Vit sóknast eftir souschefi til fulltíðarstarv, ið ynskir at vera við at menna og seta sín dám á dagliga virksemi í køkinum, við starvsbyrjan miðjan apríl 2022. 

Les meira um hotellið og matstovurnar her

Uppgávur:

  • Saman við báðum køksleiðarunum, fært tú ábyrgd av dagliga virkseminum í køkinum, so sum at gera vaktarætlanir og innkeyp
  • At menna, góðskutryggja og seta tín dám á matarskránna
  • At taka ímóti nýggjum starvsfólki, geva íblástur, upplæring og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvið

Vit bjóða:

  • At tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi, og kann seta títt eyðkenni á matarskránna
  • Eitt framsøkið óhátíðarligt umhvørvi, har vit virða tað góða samanhaldið
  • Løn eftir avtalu
  • Ein kreativ faklig avbjóðing

Tú:
Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd í tínum arbeiði, og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:

  • Tú ert útbúgving kokkur, hevur viðkomandi royndir og er von/vanur at arbeiða breitt við fleiri ymsum matskráum
  • Tú dugir at skapa gott samstarv millum starvsfólkini
  • Tú elskar at gera mat, og tað er umráðandi fyri teg at tryggja góða góðsku í tínum avriki

Um Hotel Brandan
Á Hotel Brandan arbeiða vit hvønn dag fyri at óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Vit leggja okkum eftir at gera lekkrar rættir við íblástri úr norðurlendskum matsiði og burðardyggum tilfeingi. Vit eru eitt toymi við ymiskum hugvekjandi yrkjum frá fleiri ymiskum tjóðum, sum saman mynda okkara dynamiska og kreativa umhvørvi. Okkara óføru tænarar, sermerkta vínúrval og kreativa matgerð, gevur gestum okkara eina framúrskarandi heildaruppliving.

Umsókn og freist:
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk teldupostin “Souschefur til Hotel Brandan”. Vit gleða okkum at taka ímóti tíni umsókn v.m. innan 11. apríl 2022. Sonni Zachariassen, okkara høvuðskokkur, veit meira um starvið. Ring á +298 239242 ella send tín fyrispurning til sz@hotelbrandan.fo.

Vit viðgera umsóknir leypandi – og sjálvandi í trúnaði.

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið