NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA
Útgivið
13. december 2022
Útgongur
9. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Spennandi starv sum røktarfakligur kliniskur dygdarmennari í NBH við staðseting í Heimatænastuni

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir kliniskum dygdarmennara til at byrja 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.

Endamálið við starvinum er miðvíst at menna dygdina í tænastunum og skipa karmarnar samsvarandi.

Klinisk dygdarmenning er liður í visjónsarbeiðnum hjá NBH. Í visjónini er eitt høgt fakligt støði

sett sum fyritreyt fyri, at virksemið kann vera eldri borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni: https://nbh.fo/nbh/.

Fasta starvið er framhald av verkætlan við kliniskari dygdarmenning í Heimatænastuni í eitt ár, har dentur varð lagdur á skjalfesting, fakliga argumentatión og refleksjón, starvsfólkaprofilar og tvørfakligt toymisarbeiði. Klinsiki dygdarmennarin verður framhaldandi staðsettur í Heimatænastuni, har sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk starvast. Hugsanin er, at kliniski dygdarmennarin frameftir víðkar sítt virksemi til eisini at umfata aðrar eindir í NBH, tí verður væntað, at tú tolir broytingar í starvsuppgávunum og skipanini av starvinum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og eftirútbúgvingar innan gerontologi/geriatri ella onnur viðkomandi økir kunnu vera ein fyrimunur.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og starvsfólkini í Heimatænastuni, fakliga samskiparan, eins og aðrar eindir í NBH. Sí nærri kunning um tænastur og eindir á heimasíðuni www.nbh.fo.

Umframt góð evni at samstarva og samskifta, sum eru umráðandi til samstarvið bæði í eindini og tvørtur um fak og eindir, verður eisini væntað, at tú megnar sjálvstøðugt at taka stig til, ganga undan og skipa menningararbeiðið, at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur KT-førleika á brúkarastigi.

Sum liður í menningini av tænastunum verður væntað, at tú ert við í menningini av toymisarbeiði, at tú luttekur virkin í læringsstøðum, tá ið talan er um kompleksar støður.

NBH er eitt av pilotøkjunum í sambandi við íverkseting av journalskipanini Cosmic á eldraøkinum. Kunnleiki til journalskipanina Cosmic er tí ein fyrimunur.

Virkisfýsni, hugur til nýggjar avbjóðingar og evni at kveikja eina góða og positiva tilgongd í menningararbeiðnum eru somuleiðis týðandi eginleikar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 9. januar 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið