Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
3. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum ráðgeva at arbeiða við gransking og menning á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið verður sett so skjótt, sum til ber.

Starvsøkið
Granskingar- og framtakseindin er ein fyrisitingarlig eind á Fróðskaparsetrinum, ið arbeiðir við at fremja og menna granskingarøkið á Setrinum, umframt at røkja uttanhýsis samstørv. Tann, sum verður sett/ur í starvið, skal millum annað arbeiða við at ráðgeva og seta í verk felags karmar fyri gransking, menna strategisku ætlanirnar í verki, stuðla granskarum í teirra granskingartilgongd og menning og arbeiða við at bera fram granskingarvirksemi.

Ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar fevna um at skapa og menna samstørv millum Setrið og uttanhýsis partar í Føroyum og uttanlands, at ráðgeva um innanhýsis og uttanhýsis møguleikar fyri samstørvum, vegleiða um innanhýsis mannagongdir og fígging, standa fyri dagføring av kunning, umframt at samskifta við granskingarleiðarar, fyrisiting og leiðslu.

Førleikar
Umsøkjarin skal hava hægri akademiska útbúgving og hava starvsroyndir bæði frá gransking og vinnulívi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Ph.d.-útbúgving
  • Royndir við líknandi arbeiðsuppgávum, t.d. íverksetan av samstørvum og granskingarverkætlanum á stovnum ella í fyritøkum
  • Gott innlit í gransking og virksemi á einum granskingarstovni
  • Hollar royndir frá føroyskum vinnulívi, herundir vinnuligari menning og gransking
  • Royndir við gransking og umsiting av hesum antin í Føroyum ella uttanlands
  • Góðan málførleika og dugir væl føroyskt, danskt og enskt munnliga og skrivliga
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni, serliga í toymi
  • Áræði at fara undir nýggjar uppgávur og sjálvstøðugt leggja tær til rættis á ein skipaðan hátt

Væntað verður, at umsøkjarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og verða settir í starv, innan 3 til 4 ár ogna sær førleika í føroyskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Umsøkjarin kann vænta, at arbeiðsuppgávurnar broytast yvir tíð, og umsøkjarin má verða jaligur mótvegis broytingum og umlegging av eindini og uppgávunum.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

Løn- og setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 3. mai 2024.

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, prorektara fyri gransking, tlf. 292270, magnim@setur.fo

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið