Skúlin á Trøðni
Útgivið
28. maj 2026
Útgongur
10. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Ynskir tú at arbeiða við børnum við serligum tørvi í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi?
So hevur tú nú møguleika at gerast partur av okkara toymi.

Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum og hjálparfólki, at arbeiða í frítíðarskúlanum í Skúlanum á Trøðni.

Talan er um:

  • Fýra føst størv í brøkinum 0.75
  • Eitt tíðaravmarkað starv á uml. 22 t/v vegna avlopstímar skúlaárið 2026-27
  • Starvsbyrjan er 12. august 2026

Um frítíðarskúlan í Skúlanum á Trøðni
Frítíðarskúlin er saman við skúlanum á Trøðni eitt heildagstilboð, sum fevnir um børnini, sum ganga í 1. og 2. flokki og nøkur av teimum eldru næmingunum, ið hava ein meira umfatandi tørv á stuðli í skúladegnum og í frítíðini.

Vit ynskja at gott samspæl er millum skúla og frítíðartilboð, og leggja tí dent á at hava ein støðugan starvsfólkahóp, ið skipar ein greiðan og væl struktureraðan gerandisdag.
Í Heildagstilboðnum verður arbeitt við skipaðari námsfrøði, málmenning, visuellum strukturi og týðiligheit.

Arbeitt verður vanliga í smærri bólkum og ein til ein. Strembað verður eftir at skapa best møguligu menningarmøguleikar, so at barnið á bestan hátt kann menna sínar málsligu, sosialu, persónligu og kropsligu førleikar.

Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • ert nærverandi, jaligur og ábyrgdarfullur
  • megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • arbeiðir skipað og við tolni og hevur góð samstarvsevni
  • møtir væl upp
  • tosar og skilir føroyskt

Vit bjóða:

  • møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • fakliga ráðgeving og vegleiðing
  • tíð til fyrireiking og samstarv
  • viðkomandi skeið og førleikamenning
  • eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
  • eitt arbeiðspláss, sum leggur dent á trivnað og felagsskap

Setanarviðurskifti

  • Arbeiðstíð: mánadag til fríggjadag frá 11.00  til 16.00/17.00, tó ávísar dagar frá 9.00 og 7.45
  • Starvið verður sett samsvarandi galdandi sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til: sat@sat.fo viðmerk “starv, frítíðarskúli”.
Umsóknarfreist: 10. Juni 2026 kl 12.00

Meira at vita
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran í frítíðarskúlanum, Inger Ziska Simonsen á tlf. 271203

Setanarsamrøður
Setanarsamrøður verða hildnar stutt eftir umsóknarfreistina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið