Lýsing
Til trygdartoymið hjá Atlantic Airways leita vit eftir einum starvsfelaga, sum skilir týdningin av at seta flogtrygd fremst í øllum okkara virksemi. Sum partur av trygdartoyminum verður tað tú, ið skalt verða við til at tryggja, at trygdarstýringin hjá Atlantic Airways áhaldandi er væl skipað.
Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum arbeiðir sjálvstøðugt, hevur gott yvirlit og trívist í einum arbeiðsumhvørvi, har dagarnir eru ymiskir, og uppgávurnar ofta krevja, at tú arbeiðir skipað og við nærlagni. Uppgávurnar fevna breitt, bæði innan trygdarstýring og kreppuleiðslu.
Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:
- tryggja, at innanhýsis fráboðanir og skrásetingar verða viðgjørdar
- samskipa, íverkseta og viðlíkahalda trygdarskipanina
- ráðgeva og vegleiða í váðametingum
- undirvísa í trygd innanhýsis
- viðlíkahalda skipanir, sum arbeitt verður í
Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú arbeiðir tætt saman við tínum leiðara og trygdartoyminum. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert væl skipað/-ur
- ert før/-ur fyri at hugsavna teg
- ert nærløgd/-lagdur
- kanst arbeiða sjálvstøðugt, men eisini saman við øðrum
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan økið og/ella royndir í trygdarstýring.
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv í einum altjóða umhvørvi. Vit eru eitt livandi og dynamiskt arbeiðspláss, og vit leggja stóran dent á góðan starvsfólkatrivnað.
Umsókn o.a.
Talan er um eitt fulltíðarstarv við setan skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. Løn og setanartreytir verða ásett eftir avtalu.
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. juni 2026. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Fyri at søkja er eisini eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Eystein í Løðu, trygdarleiðara, tel. 213 146, t-postur: eystein@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur: heidig@atlantic.fo