Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
21. marts 2024
Útgongur
4. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki til fast starv á Tænastudeildini at byrja skjótast møguligt.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 23 starvsfólk eru knýtt at deildini, harav 14 í reingerðingini.

Um starvið
Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum reingerð í starvsfólkabygninginum (Skemman) og á læknagongini.

Starvið er tímalønt starv 20 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 12.00 mánadag til fríggjadag. Tó kann væntast onkuntíð at skula til arbeiðis uttanfyri hesar tíðir, eisini í vikuskiftum, alt eftir virkseminum í starvsfólkabygninginum.

Vit vænta at tú

  • ert røkin
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • ert fleksibul og tolir broytiligar arbeiðstíðir
  • royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfeløgum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Schrøter, leiðara á Tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost ransc@ssh.fo.

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi tórsdagin 4. apríl 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið