Almannaverkið
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
21. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða við fólki, ið hava sálarligar avbjóðingar? So hevur tú nú møguleika at søkja fast starv í Fjálva í Tórshavn.

Fjálvi er eitt virknis- og verkstaðstilboð fyri fólk við ymiskum sálarligum avbjóðingum. Tilboðið er fyri fólk sum búgva á sambýlum og fyri fólk, sum eru heimabúgvandi.

Um starvið
Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í dagtímunum og eitt kvøld um vikuna.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við heilsufakligari ella námsfrøðiligari útbúgving ella fólki við sosialráðgevaraútbúgving.

Arbeiðsuppgávur
Tú kemur at arbeiða við fólki, ið hava ymiskar sálarligar avbjóðingar, sum eru í aldrinum 18-67 ár. Arbeiðið fevnir m.a. um at stuðla borgarunum í at gerast frælsari, at mennast og at gerast sjálvbjargin.

Uppgávan er somuleiðis at stuðla borgarunum í persónligum førleikum, harundir at ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum. Somuleiðis fevnir arbeiðið um at menna sambandi við sosiala og almenna trygdarnetið.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið