Hotel Tórshavn
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
22. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum summaravloysara, sum kann byrja skjótast gjørligt og kann halda fram til síðst í september uml. 30 tímar um vikuna.

Søguliga Hotel Tórshavn liggur í Vágsbotni við 43 kømurum. Afturat hotellinum er matstovan, hvonn, á fyrstu hædd og hvonnbarr á stovuhædd.

Um starvið:
Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum fólki, sum kann vera við til at geva okkara gestum ógloymandi upplivingar. Tú kemur fyrst og fremst at taka tær av hotelgestum, og fært ábyrgdina fyri, at gestirnir kenna seg væl, meðan tey gista á Hotel Tórshavn.

Aðrar uppgávur fevna um at hjálpa til í matstovuni og í barrini, tá tørvur er á tí.

Førleikar:

 

  • Royndir innan hotell og/ella matstovuvinnuna eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Tú hevur góð samskiftisevnir
  • Tú ert fleksibul og ikki bangin fyri at taka ein hond í, tá tað er tørvur á tí
  • Tú ert tænastusinnað/ur fyrikomandi
  • Tú skilur føroyskt og/ella onnur norðurlendsk mál umframt enskt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Eitt gott toymi at arbeiða saman við
  • Góðar royndir innan tænastuvinnuna

Send tína umsókn til joel@hoteltorshavn.fo í seinasta lagi 22. apríl. Vit viðgera umsóknir leypandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið