ELEKTRON
Útgivið
1. februar 2023
Útgongur
25. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tær, ið trívist við høgari ferð, ið hevur gott hegni til KT, og ert tænastusinnað/ur út í odd og egg.

Tú verður partur av Service Desk toyminum, ið skal veita 1st og 2nd level support til okkara kundar – bæði privatar og vinnuligar. Tú verður andlitið úteftir, og tí hevur tað stóran týdning, at tú tímir væl at arbeiða við kundatænastu. Starvið er fulla tíð, og starvsbrøkurin er 37,4 tímar um vikuna.

Vit vænta av tær:

  1. Tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi.
  2. Tú hevur gott hegni til KT.
  3. Tú megnar at halda høvdið kalt tá ið á stendur.
  4. Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu.

Tú hevur fyrimun, um tú ert IT-supportari ella hevur líknandi útbúgvning, men tað er ikki krav – týdningarmest er, at tú tímir at læra.

Tað er krav til starvið, at tú hevur reina revsiváttan.

Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast 62 fólk, og árliga sølan er uml. 100 mió.kr.

Umsókn
Send okkum teldupost við umsókn og lívrensli til hr@elektron.fo.

Starvsetan er 1. mars, ella skjótast til ber. Samrøður verða hildnar so hvørt, til rætti persónurin er funnin.

Spurningar um starvið kunnu beinast til Janu Jensen, t-post: jana@elektron.fo, tlf. 295125.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið