Gjaldstovan
Útgivið
30. november 2023
Útgongur
14. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða við KT og brúkarahjálp, og leggur tú dent á at veita eina framúr góða tænastu? Vit leita í løtuni eftir KT supportara til 1st level support.

Í KT Landsins verður tú partur av einum spennandi KT umhvørvi við dugnaligum, framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.

Um starvið
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at veita brúkarum í Landsneti og Skúlaneti KT hjálp og tryggja raksturin av skipanum og neti. Sum 1st level supportari fert tú at:

  • hjálpa við teldum, teldlum, fartelefonum og terminalservarum. Bæði umvegis telefon, teldupost, í helpdeskskipanini og á staðnum
  • umsita brúkarar og rættindi í Active Directory, Microsoft Exchange og Office 365
  • rigga til teldur, teldlar, fartelefonir og prentarar
  • finna og loysa grundleggjandi feilir á t.d. neti, teldum og prentarum.

Førleikar
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú ert fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum KT supportari. Tú ert tolin og dugir væl at samskifta, bæði munnliga og skrivliga. Harafturat brennur tú fyri KT

Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni, sum rekur felags KT undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa KT hjá landsins stovnum og undirvísingarstovnum. Tænasturnar fevna millum annað um:

  • at hýsa og reka servarar og net
  • teldu- og brúkaraumsiting
  • brúkarahjálp
  • KT ráðgeving og samskipan
  • felags innkeyp av KT
  • KT trygd.

Vit leggja stóran dent á góðar arbeiðsumstøður, bæði arbeiðsamboð og skrivstovuhøli. Vit seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og KT skipanirnar, sum vit brúka.

Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verður lønt eftir 4. lønarflokki.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel 792 499.

Umsókn
Send okkum umsókn við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk “1st level supportari”. Umsóknarfreistin er 14. desember 2023.

Gjaldstovan er skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar. Vit eru á leið 70 starvsfólk og 14 teirra í KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsumstøður, og døgurði fæst til keyps. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið