Granskingarráðið
Útgivið
7. maj 2024
Útgongur
29. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dugir tú væl við tølum og mynstrum? Hevur tú fíggjarligt tev? Dámar tær at fara í smálutir? Megnar tú at taka samanum og miðla fløkt evni greitt? So er tað møguliga tær, ið vit leita eftir.

Granskingarráðið søkir eftir einum fulltrúa at starvast fulla tíð.

Starvið
Tú kemur at savna, skipa og greina hagtøl um gransking, menning og nýskapan, at arbeiða við
fíggjarviðurskiftum og einum fjølbroyttum úrvali av uppgávum á teimum økjum, ið Granskingarráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:
• savna, skipa og miðla hagtøl um gransking, menning og nýskapan
• arbeiða við fíggjarmálum og stuðulsumsóknum
• vera partur av toyminum í innlendis og altjóða arbeiðinum hjá Granskingarráðnum

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi í hagfrøði, fíggjarviðurskiftum, samfelagsfrøði ella
líknandi.

Vit vænta, at tú hevur góðar KT-førleikar, og at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga.

Hagtalsarbeiði er ein munandi partur av starvinum. Tað er tí ein fyrimunur, um tú hevur royndir við
hagtalsframleiðslu og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð.

Starvsroyndir frá almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.

Tað hevur týdning, at tú trívist væl í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara
niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tær dámar væl fakligar
avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Starvsstaðir
Høvuðsstarvsstaðið er í Granskingarráðnum. Arbeiðið við hagtølum verður gjørt í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya, har tann parturin av arbeiðinum fer fram.

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til Granskingarráðið á starv@gransking.fo í seinasta lagi 29. mai 2024.

Starvið verður sett 15. august ella skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Sølvará, stjóra, á 567803.

Um Granskingarráðið
Granskingarráðið er almennur stovnur, sum umsitur fleiri stuðulsskipanir til gransking. Stovnurin samskipar føroysku luttøkuna í Horizon Europe við NCP tænastu og EURAXESS tænastu og annað altjóða samstarv. Stovnurin ráðgevur og kunnar eisini breitt um gransking, menning og nýskapan. Granskingarráðið er skrivstova hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

Í Granskingarráðnum starvast 5 fólk. Granskingarráðið hevur skrivstovu á Bryggjubakka 12. Sí eisini gransking.fo

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið