Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Útgivið
11. juni 2023
Útgongur
22. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum jaligum, ágrýtnum og fakliga dugnaligum maskinmeistara til farloyvisstarv sum tekniskt eftirlitsfólk á deildini fyri tekniska trygd komandi árið.

Um starvið
Sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum gert tú bæði eftirlit á tekniska økinum, umframt at tú ert partur av innanhýsis serfrøðini og málsavgreiðsluni á stovninum.

Talan er um eitt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at byggja upp førleikarnar hjá stovninum og harvið geva títt íkast til at betra um trygdina í føroyska samfelagnum.

Við starvinum fært tú góðar møguleikar fyri fakligari menning.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í stóran mun tengdar at hvørjar førleikar tann setti hevur. Í høvuðsheitum fevna uppgávurnar tó um:

  • at hava myndugleikaeftirlit á økjum, har sum stovnurin hevur eftirlitsskyldu
  • at luttaka í málsviðgerð á stovninum
  • at luttaka í kanningararbeiði
  • at luttaka í arbeiðinum at menna lógargrundarlag, vegleiðingar og kunning á virkisøkjunum hjá stovninum
  • at luttaka í tvørgangandi innanhýsis verkætlanum
  • at avgreiða og luttaka í øðrum neyðugum uppgávum á stovninum
  • Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
  • Tú skalt hava útbúgving sum maskinmeistari.

 

Í starvinum er neyðugt at tú:

  • ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni til at seta teg inn í lóggávu, standardir og onnur fakøkir á stovninum
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • dugir at arbeiða miðvíst
    ert røkin
  • dugir at nýta vanliga KT
  • hevur koyrikort til persónbil

Vit vænta harumframt, at tú hevur eitt jaligt lyndi og kann gerast ein stuðlandi starvsfelagi hjá hinum starvsfólkunum á stovninum. Vit leggja stóran dent á, at tú sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um farloyvisstar starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Maskinmeistarafelag.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin hin. 22. juni 2023.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Tummas Paula Juul, deildarleiðara, á telefon 23 64 42 ella við telduposti á tpj@arb.fo
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið