Hiddenfjord
Útgivið
5. juni 2023
Útgongur
15. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú til reiðar til eitt avbjóðand og spennandi starv, har tú gevur títt íkast til viðlíkahald og teknisku menningina av lokaðu eindunum í Sørvági? Hetta er fyrsta verkætlanin við aling av laksi í lokaðum eindum í Føroyum.

Um starvið
Tú verður partur av alaratoyminum í Sørvági. Sum tekniskt starvsfólk verður tú fyrst og fremst partur av viðlíkahaldinum av øllum tekniskum viðurskiftum á lokaðu eindunum. Dagliga arbeiðið umfatar at arbeiða við stýringum, sensorum, pumpum, iltskipanum, neyðstreymsskipanum og orkumenning. Harumframt viðlíkahald av útgerð, sum hoyrir til lokaðu eindirnar og alingina.

Sum tekniskt starvsfólk vísir tú til tekniska leiðaran og tú kemur at verða partur av teknisku vaktarskipanini.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, so sum maskinmeistari, maskinistur ella elektrikari. Tú hevur góðar telduførleikar, umframt at tú hevur góð evni at skipa arbeiðið og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit læra teg alt um smoltaling, bæði viðvíkjandi tekniska partinum og lívfrøðiligu arbeiðsgongdunum.

Løn og setanarviðurskifti
Verða sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú vita meira?
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Johannesen, tekniskan leiðara, á telefon 253 599 ella Inga Ole-Jacobsen, aliformann, á telefon 224 152.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

Umsóknarfeistin er 15. juni 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið