Útgivið
24. juni 2022
Útgongur
24. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú hevur tú møguleikan at fáa eina spennandi yrkisútbúgving innan timbur. Útbúgvingin gevur tær ein hópin av framtíðarmøguleikum !

Vit søkja eftir timburlærlingum innan byggivinnuna at byrja 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggiarbeiði, timburarebiðir og elementframleiðslu av timbri.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn ella í Klaksvík í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er tilsaman 4 ár.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Tú fær eisini eina útbúgvingarbók, sum tú hevur við tær í lærutíðini, fyri at tú fær kunnleika á øllum fakøkinum. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Hvør kann søkja?
Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við fólkaskúlan ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti. Stutt sagt, tit brenna fyri at at framleiða.

Spurningar og umsókn
Vil tú vita meira um, hvussu tað er at vera lærlingur í Articon, er tú vælkomin at seta teg í samband við Hera Kjærbo, HR-leiðara á telefon +298 286171. Send umsóknina við lívsrensli og prógvum til starv@articon.fo. Freistin at søkja er 3. juli 2022. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni sløk 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið