Glasir
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug til at vera við til at leiða Føroya størsta miðnámsskúla, og hevur tú ein brennandi áhuga fyri námsfrøðiligari leiðslu, so hevur tú nú møguleika at søkja starv sum útbúgvingarleiðari á Glasi. Glasir søkir eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum útbúgvingarleiðarum til gymnasialt miðnám at byrja 1. august 2024.

Okkara uppgáva er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi fakliga og menniskjaliga, og at kveikja áhuga og forvitni fyri menning og læring.

Hugsjónin er, at hesi, í góðum felagsskapi, mennast til framskygd, skapandi og virkin menniskju, sum drívmegi í einum burðardyggum samfelagi.

Vit seta okkum høg mál, og taka okkara uppgávu í stórum álvara. Vit ásanna, at vit bert røkka settum málum í tøttum samstarvi millum allar partar – bæði innanhýsis og uttanhýsis.

Útbúgvingarleiðslan á Glasi arbeiðir sum eitt toymi, tí vit eru sannførd um, at tær bestu loysnirnar finnast við at arbeiða saman um uppgávurnar. Hetta merkir m.a. at øll hava samábyrgd av at tryggja eitt gott og mennandi samstarv tvørturum breytir og útbúgvingar.

Vit leggja stóran dent á eina sjónliga leiðslu.Tað hevur alstóran týdning, at øll í leiðsluni taka undir við hugsjónini og virðunum hjá skúlanum, og at tú, saman við allari leiðsluni, gongur á odda at arbeiða eftir og røkka hesum.

Uppgávurnar og arbeiðsøkið hjá útbúgvingarleiðarunum eru m.a.
• Verða við til at tryggja námsfrøðiliga og didaktiska menning
• Ábyrgd av útbúgvingarbreytunum
• Eftirmetingarskipan av undirvísingarvirkseminum
• Skipa próvtøkur og royndir saman við fyrisitingini
• Ábyrgd av flokstoymum
• Ábyrgd av fakbólkum
• Næmingamál
• Starvsfólkaleiðari hjá áleið 30 lærarum
• Tilrættalegging og skipan av arbeiðinum hjá lærarum
• Arbeiða við verkætlanum
• Altjóða samstarv
• Undirvísing er ein partur av starvinum

Hvussu hesar uppgávur verða skipaðar millum útbúgvingarleiðararnar verður avtalað nærri, tá størvini eru sett.

Førleikar:
• Hevur áhuga, hegni og skil fyri námsfrøðiligari leiðslu og ein fyrimunur kann vera at hava leiðsluútbúgving
• Førleika at undirvísa í eini ella tveimum lærugreinum á gymnasialum miðnámi
• Góð evni at samskifta og samstarva
• Dugir at tilrættaleggja og arbeiða fyrisitingarliga
• Ert fleksibul, har tað ofta eru nógvar ymsar uppgávur at loysa
• Ert forvirkin og dámar nýggjar avbjóðingar
• Góðar KT-førleikar
• Tað kann vera ein fyrimunur at hava undirvísingarroyndir og/ella at hava námsfrøðiliga útbúgving

Løn- og setanartreytir:
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Yrkisfelagnum ella eftir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum.

Nærri upplýsingar:
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Unu Joensen, rektara á ujo@glasir.fo ella tel. 222059

Umsókn, lívsrensl, prógv og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er 20. mai 2024 kl 12.00.

Á Glasi ganga áleið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi, og vit eru omanfyri 250 starvsfólk. Vit bjóða gymnasialar útbúgvingar, yrkisútbúgvingar, styttri hægri útbúgvingar umframt serbreyt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið