FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
20. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fróðskaparsetrið søkir eftir tveimum vísindafólkum til Náttúruvísindadeildina. Størvini eru í elverkfrøði og í byggiverkfrøði.

Náttúruvísindadeildin veitir bachelorútbúgvingar í verkfrøði og lívfrøði umframt hjánám í støddfrøði. Nýggjasta útbúgvingin er BSc í Verkfrøði, ið fyrstu ferð varð boðin út í 2021. Fyrireikingar eru byrjaðar at seta eina masterútbúgving í dátuvísindum at byrja í 2023. Meira kunning um útbúgvingarnar er á www.setur.fo.

Granskingarevnini á Náttúruvísindadeildini eru fjølbroytt og fevna m.a. um byggiverkfrøði, grønt orkuskifti, havstreym og aldu, veður og veðurlagsbroytingar, teldufrøði og dátuvísindi, biostatistikk, bioinformatikk, ílegugransking, almenna lív- og evnafrøði, aling og fiskastovnar.

Størvini
Tey, ið sett verða í starv, fara í toymi á Náttúruvísindadeildini at undirvísa á BSc í Verkfrøði og virka fyri framhaldandi at menna hesa útbúgvingina. Útbúgvingin er løgd til rættis soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja seg inn á byggiverkfrøði, elverkfrøði ella orkuverkfrøði. Talan er um granskingargrundaða útbúgving, og væntað verður tí, at umsøkjarar granska í evnum, ið liggja upp at útbúgvingini.

Starv í elverkfrøði
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri universitetsútbúgving innan sterkstreym. Starvið verður sett sum professari ella lektari treytað av førleikum og royndum umsøkjarans. Størv sum professari og lektari eru at rokna sum varandi, tó treytað av nøktandi framgongd eftir fyrsta árið.

Føroyar miða eftir at hava 100% grøna orkuveiting á landi í 2030. Hægri útbúgving og gransking í sterkstreymsverkfrøði eru týðandi tættir í strembanini eftir at náa hesum máli. Væntað verður, at gransking umsøkjarans er viðkomandi í hesum høpi. Tað er ynskiligt, at valdi umsøkjarin kann, sum frá líður, standa á odda fyri at menna ein granskingardepil á Fróðskaparsetrinum á hesum fakøki.

Starv í byggiverkfrøði
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri universitetsútbúgving í byggiverkfrøði. Starvið verður sett sum lektari ella adjunktur treytað av førleikum og royndum umsøkjarans. Starv sum lektari er at rokna sum varandi, tó treytað av nøktandi framgongd eftir fyrsta árið. Starv sum adjunktur er áramálssett (vanliga 4 ár) undirvísingar- og granskingarstarv, treytað av nøktandi framgongd eftir fyrsta árið. Framflyting til fast starv eftir adjunktsetanina kann gerast eftir positiva lektarameting. Umsøkjarar, sum ikki hava ph.d.-útbúgving, men sum hava eina greiða skrá fyri at fremja eina ph.d.-verkætlan í setanartíðini, eru eisini vælkomnir at søkja starv sum adjunktur.

Tað er nógv byggivirksemi í gongd í Føroyum við bygningum, vegum, tunlum og havnum. Væntað verður, at gransking umsøkjarans er viðkomandi í hesum høpi. Væntað verður, at umsøkjararar hava góðar førleikar á nøkrum av hesum økjum: tilfarslæra, konstruktiónir, statistikkur, byggitøkni, jarðtøkni.

Førleikar og royndir
Umsøkjarar til bæði størvini skulu hava viðkomandi royndir við gransking, undirvísing og vegleiðing av lesandi á universiteti. Tað er týðandi fyrimunur, um umsøkjari hevur leiðsluroyndir við útbúgving og vegleiðing av ungum granskarum. Tað er stórur fyrimunur, um tað hevur eydnast umsøkjara at útvega fígging til gransking og til vegleiðing av ungum vísindafólkum. Royndir við praktiskum verkfrøðiligum arbeiði geva eisini fyrimun.

Tað er ynskiligt, at umsøkjarar duga eitt skandinaviskt mál og enskt.

Umsókn
Við grundgivnari (motiveraðari) umsókn skulu fylgja heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), fullfíggjað CV, útgávulisti og lýsing av royndum av og áhugamálum í undirvísing, gransking og menning. Umsøkjarar kunnu senda í mesta lagi fimm av sínum útgávum við umsóknini, sum teir meta hava týdning fyri umsóknina.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast teldutøk til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 20. oktober 2022. Miðað verður eftir at seta størvini skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Meir kunning um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini er á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 160 starvsfólk og oman fyri 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Líknandi størv

Dekanur til Náttúruvísindadeildina   Faroe Islands nýtt
16. maj 2024
Heilsutrygd søkir kommunulæknar   Faroe Islands nýtt
15. maj 2024
11. maj 2024
8. maj 2024
7. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið