Tórshavnar Kommuna
Útgivið
17. maj 2022
Útgongur
16. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Frískúlin fer at styrkja toymið,  arbeiðir við innskúling. Brennir  fyri at arbeiða við teimum yngru næminginum? At geva teimum ta best møguligu byrjanina at læra og mennast. Kundi  hugsað tær eitt starv í einum kreativum skúla mitt í náttúruni, har læring gongur upp í eina hægri eind við granskandi, greinandi og skapandi tilgongdum, og har einstaki næminginum er í miðdeplinum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Frískúlin er ein lítil heildagsskúli, sum samantvinnar skúlatíð og frítíðarskúla, har náttúra, tónleikur, list, matgerð og spæl er ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.

Sum partur av okkara toymi verður  eisini við at menna forskúlatilboðið,  eftir ætlan skal setast á stovn frá 2023/24 at rokna.

Er eitt starv í okkara serstaka skúla nakað fyri teg, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Tínir førleikar
 ert væl fyri fakliga og námsfrøðiliga.  brennir fyri innlæring og at kveika áhugan hjá børnum.  dugir væl at arbeiða í toymi.  ert virkin, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd í dagliga virkseminum‍

Setanarviðurskifti
Starvið er lønt sambært avalu við avvarandi fakfelag.‍

 meiri at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Steinbjørn Hardlei, stýrisformann, steinbjornhardlei@gmail.com ella tlf. 51 21 66 

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til friskulin@friskulin.fo‍

‍Umsóknarfreistin er 8. juni 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.‍‍

Um Frískúlan
Frískúlin er ein lítil barnaskúli. Hann fevnir um fyrstu seks skúlaárini umframt forskúla frá 2023. Við sínum serstaka bygnaði skapar hann karmar fyri fjøltáttaðum virksemi, sum samantvinnar fleiri tilboð í einum samanhangandi heildagsskúla fyri øll. Aðalmálið er at møta einstaka heila barninum, har tað er, og geva  bestu fortreytir at læra og búnast í samljóði við egnan tørv og menning. Skúlin leggur  stóran dent á tíð til læring við áherðslu á tað kognitiva, sosiala/etiska, fysiska og musiskt/listarliga. Starvsfólkini fevna um lærarar, námsfrøðingar, tónleikalærarar og listafólk, sum í tøttum samstarvi leggja skúlavirksemið til rættis. Næmingarnir eru skipaðir menningarliga í bólkar við tveimum lærarum í hvørjum.. Frískúlin varð stovnaður í 2007. Hann byggir á drúgvar royndir í verki og mennir seg støðugt sum ein tíðarhóskandi skúli í síni samtíð.

Serstakt fyri Frískúlan er tilgongdin til alt virksemi, sum eisini gongur tvørtur um floks- og fakmørk við denti á tvørgreinaligum arbeiði. Hvør dagur fylgir sama leisti við hóskandi skifti millum ymiskar tættir í skúladegnum, sum eisini laga seg eftir natúrliga tørvinum hjá barninum. T.d. eru útispæl ein tíma hvønn morgun og felags matarsteðgir í ein hálvan tíma við búgvið borð liðir í skipaðu menningini av heila barninum. Hvør dagur hevur harumframt serstakar fyriskipanir fyri einstaka barnið sum tónleikaundirvísing og í smærri bólkum matgerð eftir tørni. Endamálið er, at barnið skal læra at síggja meining í størri heildini bæði í síni egnu læring og í felagsskapinum, sum tað skal kenna seg partur av og føla ábyrgd fyri. 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið