Tórshavnar kommuna
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
14. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av mennandi, gevandi og kveikjandi upplivingum og at gerast partur av einum góðum starvsfólkatoymi, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her. Vit søkja eftir einum varaleiðara og tveimum námsfrøðingum at starvast á Miðstovninum í Kongagøtu.

Vit søkja eftir varaleiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna frá 15. mai 2024 ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at starvast sum námsfrøðingur á stovu, 25-35 tímar um vikuna og harumframt at røkja varaleiðaraarbeiði saman við leiðaranum.

Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta, at tú megnar at skapa eitt mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi á stovninum saman við okkum. Tú mást vera initiativrík/ur, sjálvstøðug/-ur, álítandi og hava gott yvirlit. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar sostatt at virka fyri góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, samstarvspartar og leiðara. Tú hevur dirvi til og ert áhugað/-ur í leiðsluuppgávum.

Undir ábyrgd og í samstarvi við stovnsleiðaran tekur tú lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu skipanini av virkseminum á stovninum. Tú ert fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við stovnsleiðaran.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið