TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
20. december 2022
Útgongur
30. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tann vit sóknast eftir?

Er eldraøki tað, tú brennur fyri? Hevur tú hegni og drívmegi til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.

Starvið sum varaleiðari á Ellisheiminum er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Varaleiðarin vísir til deildarleiðaran.

Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml 35 starvsfólk hava sítt yrki her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunnu trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir saman við húsfólkunum.

Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum. Tú ert virkin partur av røktini á deildini, men tíð er eisini sett av til leiðslu- og fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgdina av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini. Tú tryggjar at kontaktpersónaskipanin riggar, soleiðis at røktarætlanir verða gjørdar fyri búfólkini, og tær verða fylgdar og dagførdar.

Tú arbeiðir við menning av starvsfólkum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum, skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.

Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvi innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.

Tú ert virkandi deildarleiðari, tá deildarleiðarin er burturstaddur.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið