Sjóvar Kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla at byrja 10. august 2026. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin og verður lønt eftir sáttmála millum
Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jón á tlf. 23 27 22.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 24. juli, kl. 12:00, og skal sendast til: Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur ella sum teldupostur á: sjk@sjovarkommuna.fo