Sp/f A4
Útgivið
30. april 2024
Útgongur
1. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú áhugað/ur í einum spennandi starvið við ábyrgd?

Leitað verður eftir einum goymslu/innkeypara til fast starv, 35-40 tímar um vikuna.

Arbeiðið fevnir serliga um

  • Innkeyp
  • Vørumóttøku og avgreiðslu av bíleggingum
  • Samstarva við sølufólkið um tilboð og bíleggingar
  • Uppbyggja okka ra goymslu í Hoyvík, og á okkara goymsluskipan
    E-Conomic / Rackbeat lager.

Goymsluarbeiðið fer fram á goymsluni hjá A4 Spf í Hoyvík.

Royndir: Krav

  • At telduarbeiði fellur lætt
  • Kanst skriva og tosa føroyskt, danskt og enskt
  • Klárar at arbeiða undir pressi tá nógv er at gera
  • At tú er jalig/ur á arbeiðsplássinum og ert løtt/lættur at samstarva við
  • At tú gongur høgt uppi at halda struktur og skil á goymsluni
  • At tú hevur koyrikort

Royndir: Fyrimunur men ikki krav

  • At tú kennir til amboð og líknandi vørur, sum vit selja ( sí meira á www.a4.fo)
  • At tú hevur royndir sum innkeypari
  • Serliga góðar telduførleikar
  • Útbúgving innan øki
  • Hevur haft við amboð at gera fyrr
  • At tú dugir týskt
  • At tú hevur arbeitt við Economic fyrr

Setunarviðurskifti
Tímaløn og setanartreytir sambært sáttmála.

Kunning:
A4 Sp/f er ein spennandi føroysk fyritøka í vøkstri. Vit eru ein heildarveitari til vinnuna, har vit veita eitt nú amboð, rustfrítt, útgerð, kemi og nógv annað. Hesum verður tú eisini partur av, saman við okkara Týsku veitarum.

Vit halda til í Brekkutún 4, 188 Hoyvik.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við av venda sær til Dávid Isaksen, á tlf +298 91 91 97 ella við at senda teldupost/umsókn við Cv til di@a4.fo

Umsóknarfreistin er 1. juli. 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið